Kl. 15.45 í dag er seinasti dystur á Eiðinum í ár, tá FC Suðuroy tekur ímóti NSÍ. Hetta er samstundis seinasti dystur í 1. deild hjá FC Suðuroy í hesum umfarinum.
Fagnaðarrómur var á Argjum farna leygardag og stór móttøka á Eiðinum leygarkvøldið. Í dag verður so seinasti heimadystur hjá nýggju uppflytarunum og verða uppflytararnir fagnaðir á Eiðinum í Vági seinnapartin.
Dysturin byrjar kl. 15.45 og verður eisini stroymdur á Youtube-rásini hjá FC Suðuroy, sum tú finnur her.
Facebook viðmerkingar