Tjóðveldi skal hava nýtt forfólk

Eftir 24 ár sum formaður í Tjóðveldi hevur Høgni Hoydal gjørt av at leggja frá sær. Tingmanning og landsstýrismanning floksins fekk boðini fyri tveimum vikum síðani, og í dag er aðalstjórnin eisini kunnað á regluligum aðalstjórnarfundi. Aðalstjórnin hevur gjørt av at kalla inn til eykafloksting 2. november at velja nýtt forfólk.

Eg havi kent tað sum ein stóran heiður at standa á odda fyri flokkinum í so nógv ár og fegnist um allan tann stuðul, ið Tjóðveldi og eg persónliga havi fingið. Men eg ásanni samstundis, at løtan er komin, at flokkurin fær eitt nýtt forfólk, sigur Høgni Hoydal. Hóast Tjóðveldi nú skal hava nýtt forfólk, fer Høgni ikki burtur úr politikki. Hann heldur fram í sessinum, sum landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum og leggur dent á, at hann fer at halda fram við tí arbeiði, ið hann saman við samgonguni hevur sett í gongd.

Tað er eingin loyna, at dagurin í gjár hevur sett síni spor, og eg tí umhugsaði at útseta fundin við aðalstjórnina. Samstundis er hetta eisini eitt høvi til at fáa eina nýggja byrjan við nýggjari leiðslu, sigur Høgni Hoydal, og leggur afturat, at hann fer at gera sítt til at stuðla einum nýggjum forfólki í arbeiðinum føroyskum fullveldi at frama.

Facebook viðmerkingar