Hey góðu Vágbingar,
Eg eiti Alexander Holm Kilgour, eg eri 20 ára gamal og eftir fleiri áheitanir, fari eg at stilla upp til býráðsvalið í Vágs Kommunu, 12. Novembur.
Tey flestu av tykkum kenna meg kanska betur í tí eyðkenda bláa búnanum vesturi á Eiðinum, men hóast fótbóltur, og ítróttur sum heild, hava fylt øgiliga nógv heilt frá tí eg lærdi at ganga, so er tað ikki tað einasta sum eyðkennir meg sum persón.
Hóast eg eri ungur og ikki havi hópin av lívserfaringum, so haldi eg, at um man hevur viljan til nakað og brennir fyri tí, so skal man gera tað. Og tað er júst tað, sum eyðkennir meg sum persón. Eg eri ikki bangin fyri at loypa út í tað ókenda, og eri fullur av orku, sum vónandi kann koma at gagna Vágs Kommunu.
Fyri meg er tað týdningarmiklasta, at okur fáa fólk inn í býráðið, sum vilja bygdini tað besta, sum hava ágrýtni at skapa enn betur karmar fyri borgarin í kommununi, og sum hava eina ætlan yvir, hvussu man saman kann gera okra kæru bygd enn betri at liva í.
Sum ungur í einari bygd sum Vágur, sum er fylt við mentan, list, ítrótti, vakurleika, ja eg kann halda áfram, so er tað ein stoltleiki at bera heiti sum Vágbingur. Men hóast Vágur er ein fantastisk bygd at búgva og vaksa upp í, við fantastiskum karmum, so er tað ikki eins betýðandi við, at tað ikki kann gerast betri.
Sjálvur haldi eg at tað eru rættiliga nógv økir, sum trongja til eina alvorliga dagføring. Hettar er ein trupulleiki, sum ikki er tikin hond um, og av tí sama eru tað stovnar og økir í okkara kommunu, sum vegna manglandi raðfesting, halta alvorliga afturút.
Samstundis sum dagføringar skulu gerast, so skal man ikki vera bangin fyri nýhugsan. Tí sjálvt um tað ikki búgva 20.000 fólk í Vági, so er tað ikki smáting, hvat man í felag kann fáa upp í lag. Við einum positivum lyndi og einum góðum felagsskapi kann man menna bygdina enn meira.
Nú tá eg stilli upp, so vera tað sjálvsagt eisini greinar og annað frá mær, har eg fari at greiða frá mínum hjartamálum og hvørjum eg fari at arbeiða fyri, um eg verið valdur.
Lat okkum fáa eina ungdómsrødd inn í Vágs Kommunu!
Alexander Holm Kilgour
Valevni fyri lista E
Facebook viðmerkingar