Í samband við 20-ára føðingardagin hjá Kvinnu er eitt serligt jubleumsblað nú útkomið – eitt sterkt og fjølbroytt blað, sum telur heili 172 síður – og tað er størsta blaðið, vit nakrantíð hava latið úr hondum.
Í tvey áratíggju hevur Kvinna verið ein serstøk rødd fyri føroyskar kvinnur og samfelagið sum heild. Í hesum serblaðnum kava vit í djúpa og fjølbroytta kvinnulívið í Føroyum í dag umframt nógv av tí, sum føroyskar kvinnur hava lagt í samfelagsmenningina farnu 20 árini.
20 megnar kvinnur prýða forsíðuna
Á forsíðuni til hesa serstøku føðingardagsútgávuna hava vit savnað 20 megnar kvinnur, sum allar á hvør sín hátt hava sett týðilig spor í okkara tíð. Hóast tær eru sera ymiskar, er felagsnevnarin tann sami: tær hava allar verið við til at skapa og forma tað føroyska samfelagið, sum vit kenna í dag, og nú standa tær sum fyrimyndir fyri komandi ættarlið.
– At savna hesar kvinnurnar á forsíðuni hevur verið ein heilt serlig tilgongd, og sjálvt arbeiðið at fáa allar smálutirnar at ganga upp í eina hægri eind, og at fáa kvinnurnar at standa saman í einum so sterkum og samanhangandi felagsskapi, hevur verið ein kreativ avbjóðing við stuttligum og gevandi løtum. Úrslitið er hendan ikoniska føðingardagsforsíðan, sum í sær sjálvum eitt visuelt tekin uppá styrki og samanhald – ein spegil av samtíðini, sigur Tóra Effersøe Mortensen, sum er blaðstjóri á Kvinnu.
Tað er ein serstøk tíð fyri okkum á Kvinnu, nú vit kunnu hátíðarhalda heili 20-ár sum føroyskt magasin, sum alt hetta tíðarskeiðið hevur sett føroysku kvinnuna í fokus við søgum og breiðari viðger av føroyskum kvinnulívi.
– Hetta jubleumsblaðið ein varði, sum bæði minnir á týdningin av at minnast fortíðina, at fagna nútíðini og at hyggja frameftir. Okkara vón er, at Kvinna framhaldandi flytur seg við tíðini, men samstundis er viðkomandi og kveikir komandi ættarlið – tí føroyska kvinnan hevur pláss og týdning í samfelagnum.
20-ára jubleumsblaðið hjá Kvinnu er nú at fáa í handlunum, og vit vóna, at tað veitur íblástur, skapar gleði og setur tankarnar í gongd hjá okkum øllum, sum brenna fyri føroyskum kvinnulívi.
Facebook viðmerkingar