Nýggja býráðið má taka gongdina í størsta álvara!

Tað er kent kring alt Norðuratlantshav og aðrastaðni við, at útjaðaraøki stríðast við minkandi fólkatali. Hetta var eisini gongdin í Vágs kommunu fram til september 2013, tá fólkatalið varð komið niður á 1.296, eftir at hava verið uppi á 1.445 fólkum í 2003.

Í tíðarskeiðinum frá 2013 til 2020 var arbeitt miðvíst við hesari stóru avbjóðing. Millum annað varð arbeitt miðvíst við at varpa ljós á Vágs kommunu í einum nýggjum jaligum hami. Arbeitt varð við nýskapan og menning í breiðasta høpi og við at broyta ímyndina av hvør Vágs kommuna er. Arbeitt varð eisini við trivnaði og tilboðum til børn og ung – við at skapa góð minnir í barna- og ungdómsárunum – fyri at nevna nøkur økir.

Sjálvsagt er ymiskar hugsanir um hvør hetta varð rætta kósin. Arbeiðið við nýskapan og menning førdi tó við sær eina jaliga gongd í fólkatalinum, og vaks fólkatalið við út við 100 fólkum í tíðarskeiðinum frá 2013 og kom upp á 1.391 við árslok í 2020.

Síðani hevur gongdin aftur verið skeiva vegin. Helst eru ymiskar orsøkir til tað, men tað gevur ikki meining at dvølja við teimum her. Tó er neyðugt at býráðið hugsar og arbeiðir annarleiðis komandi árini.

Staðfestast kann, at fólkatalið seinastu 4 árini fram til september 2024 er minkað og búðu tað í september 1.342 fólk í Vágs kommunu. Minkingin á 49 fólk er størsta minking í fólkatalinum í øllum kommunum í landinum í hesum 4 ára skeiðinum.

Minkingin er á 3,5%, men verður hugt eftir gongdini í ymisku aldursbólkunum, so er ikki ein jøvn gongd spjadd yvir aldursbólkarnir. Tíverri er ein stór minking í yngstu aldursbólkunum, meðan tað eru vorðin fleiri í elstu aldursbólkunum. Serliga stór er minking í teimum, sum eru millum 0 og 6 ár, har talið er minkað við 19% síðani 1. Januar 2021.

Talið av føddum børnum er eisini støðugt minkað seinastu árini – ein gongd, sum eisini sæst fyri alt landið, tó ikki so greið sum í Vágs kommunu. Í Vágs kommunu eru higartil í ár fødd 6 børn og í miðal eru tað seinastu 4 árini fødd 9 børn um árið.

Hendan gongdin í fólkatalinum er sera álvarsom!

Hetta fer at hava stóra ávirkan á dagstovnaøkið í Vágs kommunu, sum í dag kann rúma 100 børnum yvir á Bakka og 20 børnum í Vágs Skúla, men sum um 1-2 ár neyvan fer at hava fleiri enn 60-70 børn tilsamans.

Hetta fer eisini at hava stóra ávirkan á Vágs Skúla. Í dag ganga 230 næmingar í Vágs Skúla. Um 7 ár verður næmingatalið við verandi gongd neyvan hægri enn 170 næmingar íroknað næmingunum, sum koma frá grannabygdunum.

Færri børn ger, at tørvur er á færri starvsfólkum á bæði dagstovnaøkinum og í fólkaskúlanum. -Og hetta kann so tíverri aftur ávirka og styrkja um frammanundan skeivu gongdina í fólkatalinum.

Verður ongin broyting í gongdini í talinum av børnum og ungum, so fær hetta eisini stóra ávirkan á ítróttar- og frítíðarvirksemi í Vágs kommunu. Tað er longu avbjóðandi at manna lið í ymiskum aldursbólkum tá umræður lið-ítrótt í Vági og nærumhvørvinum annars – hendan avbjóðingin fer at gerast alsamt størri, um ikki gongdin verður vend.

Gongdin í fólkatalinum er sera álvarsom og neyðugt er at taka gongdina í størsta álvara.

Amboðini eru ikki ókend, men tað krevur fokus, miðvíst arbeiðið í góðum felagsskapi í allari kommununi – og tað er neyðugt, at fólkavøkstur verður eitt felags høvuðsmál hjá nýggja býráðnum.

Nú er tíðin at hyggja frameftir og taka saman hendur fyri at venda gongdini.

Við hesum orðum fari eg at ynskja øllum valevnum eitt gott og siðiligt val og góða eydnu í arbeiði tykkara.

Dennis Holm

Facebook viðmerkingar