Á eyka býráðsfundi seinnapartin í dag, varð skipanarfundur av nývalda býráðnum valskeiðið 2025-2028.
Tvey mál vóru á skrá, “val av borgarstjóra” og “val av varaborgarstjóra”.
Samtykt bleiv við 4. atkvøðum fyri og 3. blonkum, at velja Kristin Michelsen til borgarstjóra. Og samtykt bleiv við 6. atkvøðum fyri og einari blankari at velja Anitu Vibergsdóttir til varaborgarstjóra. Nevndarval til komandi býráðssetuna verður avgreitt á øðrum býráðsfundi seinni í ár.
Nývalda býráðið, sum tekur við 1. januar 2025 verður umboða av:
Kristin Michelsen, Anita Vibergsdóttir, Barbara Michalina Tausen, Alvi Mortensen, ið blivu vald á Lista T, Felagslistin. Bjarni Hammer og Eyð Eidesgaard, ið vórðu vald á lista C, Javnarflokkurin, og Arnfinn Bech, ið varð valdur á lista F.
Mynd av nývalda býráðnum 16. nov. 2024.
Facebook viðmerkingar