Øll børn úr forskúla til 10. flokk, tilsamans 7.500 børn, fáa høvi at skriva tvey jólakort í part at senda sínum kæru.
Verkætlanin Føroyar Lesa hevur í fleiri ár skapt lesigleði, sett føroyska málið í miðdepilin og skapt góðar karmar fyri eini góðari lesimentan. Í ár verður verkætlanin víðkað til eisini at fevna um gleðina at skriva og senda jólakort.
“Fyri heilt nógv børn er gerandisdagurin skundmikil, og samskifti fer ofta fram á einum skíggja. Børn í dag eru ikki uppvaksin við hondskrivaðum jólakortum. Tað er ein heilt serlig siðvenja, sum fær okkum at hugsa um okkara næstu og ber í sær ró, gleði og hugna um jóltíðir. Millum annað tí er ‘Vit skriva jólakort’ eitt framúr átak, og Posta játtaði beinanvegin at vera partur av átakinum”, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag.
Føroysk jólakort í Føroyum
Næmingarnir fara at brúka fleiri tættir úr undirvísingini so sum at venja hondskrift og at skipa ein tekst. Tað er somuleiðis ein sannroynd, at tað at skriva og senda brøv er fremmant fyri børn og ung í dag. ”Á tann hátt hongur átakið tætt saman við arbeiðnum, sum longu fer fram á skúlum. Og samstundis er tað ein hugnalig siðvenja at læra at skriva jólakort. Ein siðvenja, sum røkkur nógv djúpri enn ein teldupostur ella eini boð á sosialum miðlum”, fortelur Eilen Anthoniussen, ritstjóri og samskipari av Føroyar Lesa.
‘Vit skriva jólakort’ er eitt stórt átak og er eitt samstarv millum Posta, Føroyar Lesa, Føroya Lærarafelag og Jóhan Mortensen, sum eigur góða hugskotið. Heiðrik á Heygum hevur teknað vakra jólakortið, sum er sent skúlunum, og Føroyaprent hevur prentað. Øll jólakortini verða send í brævbjálva og eru dupult, og tað merkir, at tað er nokk av plássi til at skriva eina ordiliga góða jólaheilsan.
Um Vit skriva jólakort átakið
Øll børn í fólkaskúlaaldri eru boðin at skriva og senda tvey jólakort til síni kæru púra ókeypis. Til samans senda skúlabørnini 15.000 jólakort í desember mánaða.
Allir skúlar í Føroyum hava móttikið jólakort, frímerki og bjálvar, og tey verða borin út fyrst í desember.
Átakið er partur av Føroya Lesa verkætlanini, og er eitt samstarv millum Føroya Lærarafelag, Nám/ Føroyar Lesa, Posta og Føroyaprent. Heiðrik á Heygum hevur teknað vakra jólakortið.
Facebook viðmerkingar