Mynd: KVF
Tað eydnaðist heldur ikki í dag at skipa nývalda býráðið í Vágs kommunu.
Fyrstvaldi býráðslimur, Arni D. Brattaberg, hevði kallað inn til fund at skipa býráðið kl. 18 í kvøld. Hetta var 2. ferð at býráðsfundur varð settur á skrá.
Men til býráðsfundin í kvøld møttu bara 7 av 9 býráðslimunum, sum manna nýggja býráðið í Vágs kommunu. Tey fýra umboðini hjá Lista E, tvey umboð fyri Sambandsflokkin og Bjarni Johansen møttu, meðan tey bæði umboðini hjá Javnaðarflokkinum møttu ikki á býráðsfundinum.
Sostatt bar tað heldur ikki í dag til at skipa nývalda býráðið í Vágs kommunu.
Facebook viðmerkingar