Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum fríggjakvøldið 22. novembur 2024 fíggjarætlanina fyri 2025 við 2. viðgerð.
Skattaprosentið fyri 2025 verður lækkað úr 21,10% til 20,90% og barnafrádrátturin verður tann sami 6.250 kr. fyri barni. Inntøkurnar hjá Vágs Kommunu komandi ár eru mettar til 78,446 mió kr. Rakstrarútreiðslurnar verða 72,857 mió kr., løgurnar verða 6,000 mió kr.
Høvuðstøl í fíggjarætlanini
Skattainntøkurnar hjá Vágs Kommunu eru mettar til 50,800 mió kr., tá er tikin hædd fyri skattalættanum. Eftirlønarskattur er mettur til 18,400 mió kr. DIS, FAS og aðrir frádráttir verða 3,900 mió kr., meðan partafelagsskatturin er mettur til 3,500 mió kr.
Raksturin av tænastum, sum Vágs Kommuna skipar sjálv og í samstarvi við kommunurnar í Suðuroynni, er í 2025 mettur at kosta áleið 70,457 mió. kr. Hetta er áleið 4,238 mió kr. hægri enn í 2024. Tað er serliga almanna- og heilsumál, kommunal fyrisiting, umframt mentan og frítíð, sum økja um raksturin. M.a eru rakstrin hækkaður 150 tús. kr. til skitsuprosjekt til eldaríbúðir og 350 tús. kr. til framhald til matarskipan í ansingarskipanini.
Vágs Kommuna fer í 2025 at gera íløgur fyri 6,000 mió. kr.
Nakrar av íløgunum sum verða gjørdar í Vágs Kommunu eru hesar:
- Vágs skúli hevur gjøgnum fleiri ár verið raðfestur við dagføringum og heldur tað arbeiði fram í 2025, har 1,6 mió er sett av, at skifta tak í gamla skúla
- Á Mentanarøkinum er 2,0 mió. kr. íløga – ljós til fótbóltsvøll.
- Á havnaøkinum eru settar 750.000 kr. Løðhamar, sølutorg á kaiini, dagføringar av havnaskrivstovuni, miljø, produktmenning.
- Á tekniska økinum er 1,0 mió. sett av til spillivatnsætlan og 550 tús. kr. settar av til asfaltering og gongubreyt.
Vágs Kommuna fer framhaldandi at gera átøk sum skapa trivna fyri vágbingar. Eitt nú verður Virkin Vágur, Eldradagar, Summarskúli, Matarkvøld, Ljósfest o.o tiltøk, sum Vágs Kommuna verður partur av.
Facebook viðmerkingar