Øll Suðuroyggin fingið útbúgving í námsfrøðiligari leiðslu

Tað serstaka er, at allir leiðarar í dagrøkta-, dagstovna- og frítíðarskúlaøkinum í Suðuroy hava tikið hesa útbúgving samstundis. Harvið er netverkað millum bygdir/býir, og møguleiki er skaptur fyri námsfrøðiligt samstarv framyvir.

Leiðsla í einum dagstovni og frítíðarskúla er bæði administrativ leiðsla, starvsfólkaleiðsla, strategisk leiðsla og námsfrøðilig leiðsla. Henda útbúgvning hevur bert snúð seg um námsfrøðiliga leiðslu, sum er hvussu pedagogsika innihaldið í stovnunum kann støðugt betrast.

Evnini sum tey hava verið ígjøgnum eru: broytingarleiðsla, leiðsluspjaðing, námsfrøðiligt menniskjasýn, námsfrøðilig projektleiðsla, leiðsla og tvørprofessionelt samstarv um børn, námsfrøðilig vegleiðing og at leiða námsfrøðiligar fundir betri.

Tað er menning.info sum hevur staðið fyri útbúgvingini. Jóhannes Miðskarð frá menning.info hevur áralangar royndir við at undirvísa í leiðslu og organisering og er konsulentur í nógvum námsfrøðiligum menningarprojektum.

Leiðarararnir sum hava tikið útbúgvingina (raðfygljan á myndini): Eyðhild Mørk frá frítíðarskúlanum í Vági, Brynhild Lisberg frá dagrøktini í Sumba, Siri Næs Olsen frá dagstovninum og frítíðarskúlanum í Hvalba, Angelina Gudmunsen frá dagrøktini í Porkeri , Anna Maria Jacobsen frá dagstovninum í Vági og Kari Joensen og Barbara Tausen frá dagstovninum og frítíðarskúlanum í Tvøroyri.

Facebook viðmerkingar