Røða sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum helt fyri hondbóltslandsliðnum í gjár.
Góðu tit øll somul, leikarar, HSF, venjarar, familjur, stuðlar og soleiðis kundi eg hildið á at býtt okkum upp, men í dag – nú – eru vit eitt! Vit eru føroyingar sameind og samansvornir hondbóltsfjepparar. Tað er tað, ið vit savnast um. Vit stuðla, og vit standa saman. Treytaleyst!
Søguliga løtan tann 7. apríl í ár, tá ið tit spældu í Íslandi, og meðan tit enn vóru í høllini, gjørdist greitt, í evstu løtu, at alt lagaði seg soleiðis, at tit komu við til EM endaspælið, stendur mær enn so klárt. Løtan, tá ið Bjarta setti orð á kenslurnar um, hvussu stórt hetta var, og hvussu rørd hon varð. Tann løtan fór beint í hjartakúluna hjá mongum av okkum. Og tann kenslan umskapaðist til dropar, sum runnu eftir kjálkunum fyri síðan at blíva til stoltleika og trúgv um eina vónríka framtíð. Tit gera tað stuttligt at búgva í Føroyum. Vit eru so errin av tykkum!
Og tað er tað, sum ítróttin kann. Hon kveikir, savnar og fær okkum í felagsskapi at røkka málum, ið vit frammanundan hildu vera ógjørlig. Hon lærir okkum eisini at víðka sjónarringin og ongantíð at hvíla á tí, sum er rokkið, men allatíðina at stremba eftir og droyma um hægri mál. Onki er ógjørligt hjá tí, sum droymir, trýr og arbeiðir miðvíst og hart!
Tað gingu ikki nógvir minuttir frá tí, at tað gjørdist greitt, at tit høvdu kvalifiserað tykkum til EM, til eg fekk eini sms boð um tað frá starvsfólki í ráðnum. Eg svaraði bara, vit fara! Og nú eru vit her. Basel hevur fingið innrás á 100 tals føroyingum, sum gleðast so um tykkara innsats fyri okkum øll. Fyri Føroyar!
St. Jacobshalle er nú okkara savningarstað og tit okkara miðdepil. Sankta Jákup hevur annars sín uppruna í bíbilsøguni. Hann var ein av lærisveinunum hjá Jesusi. Søgan sigur, at eftir, at Jesus doyði, fór Jákup til Norðurspania, nú Santiago de Compostela, har dómkirkja seinni bleiv bygd til minnis um hann. Hann bleiv halgimenni, og pílagrímar úr øllum heiminum valfarta enn til staðið, tí hann sigst vera grivin har. Eisini føroyingar fara higar at ganga caminoina. Tað, sum er eyðkennið og orsøkin til pílagrímsferðirnar, er, at tað hendi mong undur við grøvina hjá Jákupi. Og nú eru vit í fluttum týdningi komin á pílagrímsferð til St. Jacobshalle at stuðla okkara undrum í vónini og vitanini um, at enn kunnu stór og nýggj undur henda. Og tað fara tey. Spurningurin er meira: Nær og hvørji? Tit eru fantastiskar, djarvar og arbeiðssamar. Tann samanrenningin gevur úrslit. Skapar undurverk!
Tað hevur verið so stórt og rørandi at hoyrt allar samrøðurnar, lisið allar greinarnar og upplivað alt hondbóltssúsið, sum er í løtuni. Tað er eisini heilt ótrúligt, hvat tit hava megnað uppá so stutta tíð. Frá tí, at vit fyri fáum árum síðani høvdu óskipað og nærum einki landsliðsarbeiði á kvinnusíðuni, til nú. Tað hevur gingið við rúkandi ferð. Honsbóltssambandið hevur gjørt eitt megnar arbeiði, sum vit hava nógv at læra av. Strategiin er røtt. Tað er tá ið vit fara út í heim, at vit mennast. Og tað er bara við at vera millum tey bestu – og at spæla móti teimum bestu – at vit mennast. Søgan sigur okkum tað.
Hóast hondbóltur er lutfalsliga gamal, uml. 100 ár í Føroyum, koma søguligu lopini, tá ið vit smoyggja trongu karmarnir av okkum og hyggja og fara út í heim. Og ikki minst tá ið vit loyva umheiminum inn til okkara. Eitt gott dømi er CHM í Føroyum í 1980, sum vakti hondbóltsføroyar og so aftur nú í 2024 – bæði kvinnu- og mansliðini. 2020-ini fara at standa sum hondbóltsáratíggju – ongin ivi er um tað. Tit eru søguligar, og tit skriva tykkum inn í søguna, men onki rennir upp úr turrum. Tað vita øll. Væl er sátt, og væl er vætað. Miðvíst ungdómsarbeiði, nógvir sjálvbodnir tímar hjá so mongum liggja aftanfyri. Venjingartímar, nevndararbeiði, nógvir venjarar, stuðlar o.a.
Vit vita eisini, at man mangan í kvinnuítrótti skal stríðast meira og harðari, fyri at fáa somu sømdir. Tí er tað, at tit eru her, eisini ein sigur fyri kvinnuítróttina. Gentur fella oftari skjótari frá í ítrótti, vísa kanningar. Ein orsøk er manglandi fyrimyndir, sum seta sær ambitiøs mál. Tað broytist við tykkum. Tit eru fyrimyndirnar hjá nógvum smágentum, sum fara at droyma um at vera sum tit. Tað er eitt stórt álit at fáa, og tað fara tit uttan iva at fara væl um. Tit eru vanar við at taka ein fyri liðið. Nú taka tit eisini ein fyri allar gentur, og alla kvinnuítróttina. Ongin tøkk er tykkum nóg stór fyri tað.
Tit eru vanar at arbeiða hart og vita eisini, at tess harðari stríðið er, tess søtari er sigurin. Og her eru nógvir sigrar á leiðini. Sigrar eru ikki bara stig, men eisini tað, at tit nú eru komnar so langt, at tit síggja batar á ymiskum leikøkjum, at tit klára so flott at koma afturíaftur, at fleiri fara at spæla hondbólt, at tit savna tjóðina, og at tit eru fyrimyndir. Men sjálvandi vóna vit eisini, at tit vinna. Viljin er sterkasta svørðið. Við viljanum kann man flyta fjøll. Undrini hjá St. Jákupi eru ikki liðug at henda. Vit fingu ein smakk av tí í seinna hálvleiki tá ið tit veruliga vísti hvør máttur er í tykkum. Altso tað var spennandi og flott av tykkum.
“At bera tað merkið, sum eyðkennir verkið” stendur á troyggjunum. Tað fer beint í hjartað, tá ið eg síggi tað. Eg verði glað og rørd av so vakrari og virðiligari umboðan við umhugsni um, at tit gera hetta fyri okkum øll. Tit bera Føroyar við og í tykkum og eru samleikaskapandi ambassadørar fyri alla tjóðina. Og vit vilja so fegin vera við til at bera tykkum enn longur fram, tí eru vit her og stuðla. Rópini, klappini og rómurin í høllini er vónandi við til at bera tykkum á vónarveingjum móti hægstu tindum. Tað einasta vit mangla er eitt trummulið sum tað sum sveisarirnir høvdu.
Takk fyri ríku løturnar. Gleði meg til fleiri. Droymið stórt. Hyggið langt út í sjónarringin. Bara við at droyma um tað ómøguliga, gerst tað møguligt. Alt byrjar við dreymum og verður til veruleika við hørðum og miðvísum arbeiði. Smáir ella lítlir dreymar røkka lítið og smátt. Stórir dreymar røkka langt. Man má droyma um tað, síggja tað fyri sær skal tað eydnast.
Tykkara leið byrjar ikki her, hóast hetta er fyrsta endaspælið hjá tykkum. Og tykkara leið endar ikki her. Tað tit nú hava nátt, er byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið í føroyskum hondbólti. Tá ið man – sum tit – skal royna nakað so stórt á fyrsta sinni, er tað ikki bara, bara. Eg hugsi ofta um fuglin, sum verður skumpaður út av eggini og á veg niður, noyðist hann at læra seg at flúgva. Soleiðis kunnu fyrstu fetini upplivast. Tá er vert at hava í huga, at fuglurin bert fer á flog ímóti vindinum. Tað er lopið/skumpið útav og mótvindurin, sum saman tryggja uppdriftina til frælsa flogið. Og tit hava sanniliga funnið flogið, tað upplivdu vit í dag.
Trúgvið uppá tykkara mátt og megi, tí vit, ja vit trúgva uppá tykkum.
Hvørt fet tit taka frameftir hevur týdning. Smá røtt fet fáa stóran týdning. Tað vísir eisini føroyska hondbóltssøgan. Alt byrjaði við donsku lærarinnuni, sum kom til Føroyar at arbeiða fyri sløkum 100 árum síðani. Hon lærdi genturnar at spæla hondbólt í skúlanum. Og hondbóltur var sæð sum eitt gentuspæl. Hondbólturin breiddi seg út um alt landið og miðskeiðis í 1940unum vóru 26 lið tilmeldað til FM. Bygdir sum Porkeri, Skúgvi, Hvalvík, Sandvík og Húsavík høvdu lið. Knappliga 40 ár seinni í 1980 blívur HSF stovnað, og nú 40 ár seinni, eru allir karmar sprongdir, og føroyskur hondbóltur bjóðar heiminum av. Okkurt hevði gamla lærarinnan sagt hevði hon vitað aftur í verðina.
Vit eru fult á hædd við onnur lond. Vit kunnu stolt traðka út í heim, tí vit hava nógv gott at bjóða. Góða eydnu – vit stuðla treytaleyst. Okkara hjørtu hava tit langt síðan vunnið!
Facebook viðmerkingar