Nýggj pakkaboks á Tvøroyri

Pakkaboksin er væl staðsett og klár til jólapakkarnar

Í Bónus á Tvøroyri er ein pakkaboks júst sett upp, og tað eru góð tíðindi fyri tey, sum búgva nærhendis, serliga nú upp til jóla. Desember mánaður er háárstíð fyri at senda pakkar av landinum. Pakkaboksin á Tvøroyri er tó ikki tann einasta í Suðuroy, tí hon er komin afturat pakkaboksini í Vági. Tilsamans eru 13 pakkaboksir kring landið.

Pakkaboksin stendur inni í Bónus-handlinum, og til ber at senda og heinta pakkar í allari upplatingartíðini. “Vit fegnast um, at Tvørafólk nú eisini hava stutt til eina pakkaboks, tí vit vilja gera tað so einfalt sum gjørligt at heinta og senda pakkar,” sigur Edvard Remberg, fyribilsstjóri á Posta.”

Skalt tú senda ein pakka, tøppar tú pakkakotuna inn á skíggjan. Pakkakotuna fært tú, tá ið tú hevur goldið fyri pakkan antin á posta.fo ella í Posta-appini. Tá ið lúkan letur upp, leggur tú pakkan í boksina og letur lúkuna aftur.

Facebook viðmerkingar