Í juni varð semja gjørd við Noreg og Bretland um býti av makrelinum – og nú er so gjørd strandalandasemja millum Føroyar og Noreg um norðhavssild.
Við hesum eru tvey týðandi mál hjá landsstýrinum loyst, tí fiskiskapurin eftir makreli og norðhavssild verður nú meiri burðardyggur, samstundis sum vinnan fær tryggar karmar kring makrel- og sildafiskiskapin.
Makrelsemjan hevur sum kunnugt stóran týdning fyri makrelfiskiskapin hjá føroysku skipunum. Skipini kunnu nú fiska ein munandi part av makrelinum, tá hann er bestur til matna, og hevur hetta stóra ávirkan á prísin, umframt at hetta skapar økt virksemi á føroysku uppsjóvarvirkjunum. Afturat hesum ger atgongdin, at vinnan kann leggja sítt virksemi skynsamari til rættis ígjøgnum árið.
Á sama hátt hevur strandalandasemjan um norðhavssild stóran týdning fyri fiskiskapin hjá føroysku skipunum, tí nú verður full atgongd til at fiska norðhavssild í norskum sjógvi, har tað er skjótari og lættari at fiska kvotuna, umframt at fiskurin er av betri góðsku.
At loysa trupul mál krevur miðvíst arbeiðið – og hóast 1½ ára tilgongd tykist sum long tíð, so er tað ein góð kensla, at hesi bæði málini nú eru loyst føroyskari vinnu og føroyska samfelagnum at frama.
Dennis Holm, landsstýrismaður
Facebook viðmerkingar