Kvoturnar í Barenthavinum minka minni enn væntað

Áðrenn farið varð undir samráðingar um kvoturnar í Barentshavinum, varð væntandi, at toskakvotan í Barentshavinum, í tráð við vísindaliga tilmælið, fór at minka við 25%. Men nú fiskiveiðiavtalur eru gjørdar um fiskiskapin í Barentshavinum, so er eisini greitt, at minkingin verður minni enn væntað.

Í 2024 vóru samlaðu toskakvoturnar í Barentshavinum 14.111 tons, harav størsti parturin 9.766 tons var í russiskum sjógvi, meðan hýsukvoturnar vóru 2.027 tons (1.047 tons í russiskum sjógvi). Í 2025 verður toskakvotan í Barentshavinum 11.355 tons (7.445 tons í russiskum sjógvi) og hýsukvotan verður 1.980 tons (1.000 tons í russiskum sjógvi).

Í mun til undanfarin ár, so verður ein broyting komandi ár, at øll toskakvotan og øll hýsukvotan kann fiskast í norska partinum av Barentshavinum – eitt ynski, sum Barentshavsflotin hevur havt í nógv ár. Hetta málið er loyst, tí Føroyar og Noreg hava gjørt semjur um fleiri týðandi fiskasløg, m.a. um makrel og norðhavssild – so eisini her spæla makrelsemjan og semjan um norðhavssild inn.

Eg fegnist um, at tað hevur borið til at minka um niðurskurðin í kvotunum í Barentshavinum, samstundis sum tað nú ber til at fiska alla botnfiskakvotuna í Barentshavinum í norskum sjógvi.

Fiskiveiðiavtalurnar hava týdning

Tá vit samráðast um kvotabýtið við lond kring Norðuratlantshav hevur tað sjálvsagt týdning, at tað er ein ávís javnvág í virðinum, sum latin verða í mun til virðini, sum Føroyar fáa. Men fiskiveiðiavtalurnar fevna eisini um at áhaldandi at tryggja eina fjøltáttaða samanseting av fiskiflotanum – at tryggja, at tað framhaldandi ber til at hava ymisk sløg av fiskiskipum í føroyska flotanum.

Við avbjóðingunum, sum hava verið við botnfiskastovnunum undir Føroyum seinastu árini, er tað lítið sannlíkt, at føroyski landgrunnurin í sjálvum sær hevði verið førur fyri at hildið lív í t.d. flotanum av stállínuskipum. Har hava møguleikarnir á Flemish Cap, undir Grønlandi og Íslandi havt avgerandi týdning fyri raksturin hjá stállínuskipunum, eins og hetta hevur ført við sær, at stállínuskipini seinastu árini eru endurnýggjaði. Somu viðurskifti eru galdandi fyri aðrar partar av fiskiflotanum.

Samanrenningin av góðum fiskiveiðiavtalum við grannalond okkara og miðvísum átøkum fyri at tryggja burðardyggari veiðu undir Føroyum eru týðandi liður í fiskivinnupolitikkinum – til frama fyri manningar og reiðarí, avleiddar vinnur á landi og alt samfelagið, nú og í framtíðini.

Dennis Holm, landsstýrismaður

Facebook viðmerkingar