Mynd: Ólavur Frederiksen
Góðu áhoyrarar – góðu tykur øll, sum búleikast her í økinum og hava tilknýtið og alsk til hesar gimsteinar norðantil í okkara vakra landi.
Í dag er ein stórur dagur. Ein stórur dagur fyri tykkum her í økinum og eisini fyri okkum øll, sum javnan vitja í økinum – nú sambandið við restina av Føroyum og harvið eisini út í heim verður dagført við nýggju tunlunum Norður um Fjall.
Í februar eru tað 4 ár síðani fyrsta flagið varð loyst í Ánunum. Fyrsta skotið varð tó ikki skotið í Árnafirði fyrr enn 30. September sama ár. Hetta var í 2021, so arbeiðið at gera tunlarnar báðar og vegaføringar hevur tikið nakað omanfyri 3 ár.
Nýggi Árnafjarðartunnilin og nýggi Hvannasundstunnilin – vórðu skotnir ígjøgnum í november í 2022 – og síðani hevur verið arbeitt við at gera tunlarnar og vegir lidnar.
Nýggju tunlarnir Norður um Fjall koma ístaðin fyri teir gomlu tunlarnar, sum eru frá 1965 og 1967 – og eg haldi, at tað er breið semja um, at teir tunlarnir ikki eru tíðarhóskandi longur – og hava ikki verið tað í rættiliga nógv ár.
Ongin ivi er um, at gomlu tunlarnir Norður um Fjall hava verið ein avmarking, tá hugsað verður um okkara modernaða samfelag, har gott samband millum bygdir, býir, oyggjar og eisini lond er ein avgerandi partur av trivnaðinum í gerandisdegnum.
Tað hevur týdning í okkara gerandisdegi, at okur lætt, skjótt og trygt kunnu ferðast til arbeiðis, í skúla, til tilboð innan ítrótt og mentan, til almenn tænastutilboð og ikki minst, tá okur skulu vitja familju og vinfólk.
Og tað er eisini sjón fyri søgn, at eitt gott og trygt vegasamband er ein týðandi liður í møguleikunum hjá økjum kring landið at mennast – hetta hava okur ikki minst sæð eftir at Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og Eysturoyar- og Sandoyartunnil eru komnir – við stórari jaligari ávirkan á hesi økini.
Nýggju tunlarnir Norður um Fjall fara at geva nýggjar møguleikar í bygdunum norðanfyri á Borðoynni og Viðoynni – og eg ivist ikki í, at okur eisini fara at síggja eina jaliga ávirkan í Svínoynni og Fugloynni, eins og okur hava sæð tað í Skúvoynni eftir Sandoyartunnlin lat upp fyri ferðslu undan jólum í fjør.
Nú nýggju tunlarnir lata upp fyri ferðslu, er tað ikki lætt at ímynda sær, at farleiðin her í økinum og fyri nógv fólk kring landið fyri bara 60 árum síðani var umvegis varðagøtur um fjøll og líðir, ella við báti og skipum frá einum fjørði til annan.
Menningin av føroyska infrakervinum hevur verið øgilig seinastu ártíggjuni – serliga við tunlum og undirsjóvartunlum. Hetta hevur broytt møguleikarnar hjá fólki, sum búleikast kring landið – og fara framhaldandi útbyggingar eisini at skapa betri møguleikar at liva, virka og arbeiða kring alt landið.
Infrakervið er útbygt ár um ár, men tørvur er framvegis á útbyggingum og ikki minst dagføringum og støðugum viðlíkahaldi – til frama fyri fólk í ymisku økjunum kring landið.
Landsstýrið arbeiðir út frá einum málið um, at Føroyar skulu bindast saman, soleiðis at okur kunna búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir javnbjóðis treytum.
Tað er eisini út frá hesum máli:
- at gongd er sett á at byggja nýggj strandfaraskip – komandi ár verður farið undir nýggja Kalsoyarskipið
- at nýggir Tjørnuvíkartunnilin er settur á skrá – har fyrsta skotið verður skotið komandi ár
- at Suðuroyartunnilin er settur á skrá
- og at játtanin til viðlíkahald av landsveganetinum er økt – hóast langt er eftir á mál.
Um eina lítla løtu lata nýggju tunlarnir Norður um Fjall upp – og við hesum verður eitt risafet tikið á samferðsluøkinum fyri fólk norðanfyri.
Jú, dagurin í dag er sanniliga ein stórur dagur – ikki bara hjá tykkum her á leiðini, men fyri allar Føroyar – og fari eg at ynskja tykkum og okkum øllum hjartaliga tillukku við nýggju tunlunum Norður um Fjall.
Eg skal at enda bera eina serliga tøkk til Landsverk sum við dugnaligum starvsfólkum og drúgvu royndum innan tunnilsgerð í dag letur enn ein tunnil úr hondum – og eisini ein hjartans tøkk til til Articon, Landsbyggifelagið, og EL Service, sum hava verið høvuðsarbeiðstakarar og hava latið úr hondum hetta valaverk, sum fer at verða til stóra gleði og gagns fyri okkum øll.
Takk fyri
Facebook viðmerkingar