Føroyar, Grønland og Danmark taka við formansskapinum í Arktiska ráðnum í mai 2025.
Semja er um, at Grønland fær leiðandi leiklutin sum formaður í Arktiska ráðnum, nevnt Senior Arctic Official Chair, meðan Føroyar taka við varasessinum, Deputy Senior Arctic Official Chair. Danmark varðveitir leiklutin sum formaður fyri felags sendinevndina hjá ríkinum í Arktiska ráðnum, har Føroyar og Grønland eisini verða umboðað.
Havið verður ein av høvuðsraðfestingunum í formansskránni, og verða tað Føroyar, ið fáa ábyrgd av havskránni. Í samstarvi við føroyskar myndugleikar er arbeiðsætlan fyri havið orðað, sum setur út í kortið, hvørjar raðfestingar formansskapurin ynskir, at arbeiðsbólkarnir í Arktiska ráðnum skulu arbeiða við komandi formansskeið. Fróðskaparsetur Føroya og aðrir viðkomandi partar verða somuleiðis vertir fyri komandi UArctic ráðstevnuni, sum verður hildin í Føroyum í 2026.
“Arktiska ráðið er høvuðspallur fyri reglubundnum samstarvi millum arktiskar tjóðir, upprunafólk og viðkomandi áhugapartar, m.a. granskingarumhvørvið. Fyri Føroyar hevur tað verið avgerandi, at okkara støða í Arktis verður greitt endurspeglað í formansskapinum, umframt, at føroysk áhugamál síggjast aftur í formansskránni. Við støði í arktiska politikkinum, sum varð einmælt samtyktur í vár, fara vit at stuðla undir arbeiðið í Arktiska ráðnum og einum styrktum mótstøðuføri í arktiska økinum, og virka fyri, at fólkaræðislig burðardygd verður stavnhaldið”, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.
Facebook viðmerkingar