Janus Thomsen heldur fram sum borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, sum fevnir um bygdirnar Hvalba og Sandvík.
Tað gjørdist greitt eftir skipanarfundin, sum varð hildin í Hvalba í gjárkvøldið. Janus Thomsen fekk fýra atkvøður og Otto West fekk tríggjar. Tær tríggjar atkvøðurnar, sum listi A tryggjaði sær valkvøldið, og atkvøðuna hjá Poul Laust Christiansen, sum annars varð valdur á Felagslistanum
Tá borgarstjórin var valdur skuldi varaborgarstjóri veljast og eisini har vóru tvey uppskot. Ronni Hammer, sum er varaborgarstjóri, og Poul Laust Christiansen. Tað valið vann Poul Laust Christiansen við somu atkvøðum, sum tryggjaðu Janusi Thomsen borgarstjórasessin.
Facebook viðmerkingar