Nógv heiðursmerki til føroyskar rógvarar

Leygardagin 11. januar, luttóku 12 føroyskir ungdóms- og 2 vaksnir rógvarar, í kappingini um danska meistaraheitið í inniróðri.
Kappingin var í Gladsaxe Sportshaller og var, sum altíð, vælskipað.

Føroysku rógvarnir kappaðust á 27 av tilsamans 612 setrunum, sum luttóku í kappingini. 14 heiðursmerkir vóru vunnin fyrrapartin og 10 seinnapartin. Ein úrtøka á næstan 100%

Fyrrapartin var kappast í longru teinunum, og seinnapartin vóru lið- og sprintkappingar.

Fyrrapartin fingu allir føroysku rógvararnir heiðursmerkið um hálsin, og seinnapartskappingarnar stóðu onki aftanfyri fyrra partin av degnum.

Fyrrapartin vann Sarita Kristina Hansen lættvektsbólkin 30-39 ár við tíðini 7:25.4. Hetta er danskt met í hesum bólkinum.

Sarita Kristina Hansen vann eisini lættvektsbólkin 30-39 ár í 500m við tíðini 1:40.4.

Jógvan Skorastein við Misá vann U12 dreingir við 460m

Natasja Hansy úr Hørg vann U13 gentur við 498m

Martin Eiriksson Mikkelsen vann U13 dreingir við 534m

Sirið Andrassardóttir Mørkøre vann U14 gentur við 761m

Victoria Høghamar bleiv nr. 2 í U14 gentur við 744m

Arnar Daniel Hjaltason bleiv nr. 2 í U14 dreingir við 819m

Føroysku rógvararnir róðu seg til 1, 2 og 3 pláss í U16 gentur.

Petra Johnsdóttir vann við tíðini 7:45.9, sum er persónligt met.

Kristvør Kjærbo Clementsen bleiv nr 2 við tíðini 7:48.2, sum er persónligt met

Vár Dánjalsdóttir í Húsinum bleiv nr 3 við tíðini 7:54.9

Rúnar Emil Dalsá vann U16 dreingir við tíðini 6:43.0, sum er persónligt met.

Teitur Borg Brattaberg bleiv nr 2 í bólkinum U17 dreingir við tíðini 6:36.2, sum er persónligt met.

Pauli Joensen bleiv 2. pláss í U18 bólkinum við tíðini 6:24.2, sum er personligt met.

Seinnaparturin byrjaði við, at Natasja Hansy úr HørgMartin Eiriksson Mikkelsen og Jógvan Skorastein við Misá róðu 100 metur sprint í U13 bólkinum. Tey blivu nr 1, 1 og 2.

Síðani róðu Sirið AndrassardóttirVictoria Høghamar og Arnar Daniel Hjaltason í U15 sprint á 200 metur. Tey blivu nr 2, 1 og 4.

Seinni U17 við 200 metur sprint, har Petra JohnsdóttirVár Dánjalsdóttir í HúsinumKristvør Kjærbo ClementsenRúnar Emil Dalsá og Teitur Borg Brattaberg luttóku. Tey blivu nr 2, 1, 9, 3 og 7.

At enda róðu Pauli Joensen og Vár Guriardóttur Hansen. Tey blivu nr. 2 og 1.

Ein sera góður dagur, har føroysku rógvararnir enn einaferð prógvaðu, at teir hoyra heima í altjóða inniróðra elituni.

Hjartaliga tillukku øll somul – tit ríka okkum við tykkara styrki og treiskni.

Vit ynskja eisini Zoe E. Dickson og Símun Tórur Joen-Jacobsen tillukku við teirra úrslitum. Tey eru í lestrarørindum í Danmark og kappast tískil í donskum feløgunum.

Ulrik Andersen, sum hevur teknisku ábyrgdina av øllum kappingum hjá Róðrarsambandinum, var eisini við aftanfyri leiktjøldini í dag. Hann hjálpi fyriskiparunum og Concept2 at avgreiða tann tøkniliga partin av kappingini.

Facebook viðmerkingar