Miðnám í Suðuroy á vitjan á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Mánadagin 27. januar vóru 2. árs næmingarnir á Miðnámi í Suðuroy á vitjan á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Endamálið við vitjanini var at kunna næmingarnar um teir starvs- og útbúgvingarmøguleikar, ið eru á sjúkrahúsinum, umframt at geva teimum innlit í gerandisdagin á ymsu deildunum á sjúkrahúsinum.

Áleið 30 næmingar vóru og vitjaðu. Dagurin byrjaði í kantinuni, har Hanus Toftheyggj, sjúkrahússtjóri bjóðaði vælkomin og greiddi yvirskipað frá Sjúkrahúsverkinum og Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Síðan vórðu næmingarnir deildir upp í bólkar og fóru runt at vitja á ymsu deildunum. Hvør bólkur vitjaði 4 ymiskar deildir, skipað eftir ynskjum frá næmingunum.

Starvsfólkini greiddu frá virkseminum á deildunum, viðkomandi útbúgvingum og svaraðu spurningum frá næmingunum.

At enda hittust øll aftur í kantinuni, har sjúkrahúsið bjóðaði tvíflís.

Hetta er annað árið, at næmingar av Miðnámi í Suðuroy vitja á sjúkrahúsinum og vit vóna, at hetta kann gerast eitt afturvendandi tiltak.

Vit takka Miðnámi í Suðuroy fyri vitjanina og vóna, at næmingarnir fingu nógv burturúr.

Facebook viðmerkingar