Dennis Holm, landsstýrismaður, á Arctic Frontiers

Fisk.fo: Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur hesa vikuna luttikið á ráðstevnuni Arctic Frontiers í Tromsø.

Á ráðstevnuni luttók Dennis Holm í einum orðaskifti við heitinum “Ocean Multi-Use for Multi-Gain” saman við Marianne Sivertsen Næss, fiskimálaráðharra í Norra, Kelsey Frazier úr Alaska, sum granskar í trygd í tí arktiska økinum, og Hilu Tagoona úr Kanada, sum er ráðgevi í Ocean North.

Hetta evnið er eisini sera viðkomandi í Føroyum, har áhugin fyri nýggjum virksemi á opnum havi kring oyggjarnar gerst alsamt størri, m.a. við aling, vindmyllulundum, sjóvarfalsorku og ferðavinnu á sjónum.

Hesin vaksandi áhugin fyri øktum virksemi á opnum havi, og á sjónum kring oyggjarnar, setur krøv til greiðari ætlanir fyri, hvussu nýggja virksemið kann skipast saman við útróðri og øðrum verandi virksemi og ikki minst, má hædd takast fyri bæði náttúru, umhvørvi og sjálvandi fólkinum, sum her býr.

Orðaskiftið vísti, at vit í arktiska økinum hava felags avbjóðingar og í stóran mun eisini felags hugsanir um, hvussu vit best røkka fram á mál, tá nærumhvørvið á sjónum kring oyggjarnar skal skipast, og vit samstundis taka hædd fyri hav og náttúru, umframt teimum ymsu áhugabólkunum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Facebook viðmerkingar