Sumbiar kommuna kannar nú hvør áhugi er fyri reingerðartænastu til borgar, sum eru 67 ár og eldri í sóknini.
Sumbiar kommuna skrivar á heimasíðuni:
Góðu borgarar!
Kommuna hevur arbeitt við møguleikanum at bjóða borgaranum í sóknini sum eru 67+ eina
Reingerðartænastu.
Reingerðartænastan blívur sjálvandi bert veruleiki um áhugi og tørvur er á hesum, og tískil senda vit út hesa áheitan fyri at “lodda dýpið”.
Ætlanin er at Sumbiar Kommuna rindar 50% og “borgarin 67+” rindar 50%.
Reingerð verður veitt uml. 4 hvørja viku.
Um tit ynskja hesa Reingerðartænastuna, sendi okkum eini boð á et@sumba.fo so vit kunnu hoyra tykkara rødd og ynskir.
Sumbiar Kommuna
Facebook viðmerkingar