Fólkatalið í Suðuroynni minkaði við 38

Gongdin í fólkatalinum í Suðuroynni var eisini frá 1. jan. 2024 til 1. jan. 2025 skeiva vegin og er hetta 4. árið á rað, at fólkatalið minkar, eftir at fólkatalið vaks nakað árini frá 2016 til 2022.

Minking er 38 fólk, svarandi til eitt lítið prosent skeiva vegin. Minkingin í fólkatalinum er í fýra av sjey kommunum. Fólkatalið í Sumbiar og Porkeris kommunu vaks. Í Hovs kommunu stóð fólkatalið í stað. Meðan fólkatalið minkaði í Vágs, Tvøroyrar, Fámjins og Hvalbiar kommunu.

Facebook viðmerkingar