
VeðurRó á hópfígging her.
Regnslagið er inspirerað av føroyskum klæðum og er sniðgivið til at vera praktiskt, slitsterkt og vatntætt – ein álítandi fylgisveinur til serligu løturnar í okkara veðurbardu oyggjum. Eg havi sjálvur upplivað, hvussu vindur, regn og skiftandi veður ofta seta sín dám á okkara hátíðarhald, so sum Ólavsøku og føroysku festivalarnar. VeðurRó-regnslagið verjir teg móti veðrinum og er samstundis eitt stílfult plagg, sum enntá hevur íblástur frá føroyskum klæðum – eitt natúrligt íkast til hátíðarligar løtur í Føroyum og eitt hent plagg til gerandisdagin.
Facebook viðmerkingar