
Fyri kortum var Tunnilsfelagið frammi við einum uppskoti um at leggja farleiðina millum Sandoyartunnilin og ein komandi Suðuroyartunnil oman á Hamrinum – á 200 metra hædd! Hetta er í sjálvum sær eitt høpisleyst uppskot, ið av røttum hevur fingið nógvar atfinningar bæði frá Landsverki og áhugabólkum í Sandoynni.
Hervið enn ein atfinning. Hetta er eitt púra bakvent hugskot frá Tunnilsfelagnum, ið tíverri avdúkar teirra “tunnilssjón” í mun til vegakervið, har tunlarnir hava hægsta prioritet, meðan vegirnir annars hava minni týdning.
At leggja ein veg á 200 metra hædd er nakað, man gjørdi í “áðrenn-tunnils-tíðini” og er á ongan hátt nútíðarhóskandi. Vit liva framvegis við avleiðingum av høgtliggjandi vegum frá farnum tíðum – t.d. til Vestmanna, um Gøtueiði o.l. Oyggjarvegin eru tey flestu tíbetur sloppin av við.
Harmiligasta dømið er Sandavágshálsur, ið framvegis verður brúktur, tó at vit høvdu ein gyltan møguleika at bora Vágatunnilin heilt til Sandavágs. Hesin lagnutungi tankafeilur varð til alla lukku rættaður, tá Norðoyatunnilin varð boraður heilt til Borðoyarvíkar, heldur enn bert til Borðoyarlíð.
Sama rationali varð fylgt, tá Sandoyatunnilin varð boraður inn í Dal heldur enn til Skopunar. Tí er talan um eina beinleiðis mótsøgn at leggja ein veg á Hamrinum – beinleiðis í andsøgn við rationalið handan Sandoyartunnilin, og í grundini ein ferð aftur miðskeiðis í 20. øld, tá man av neyð bygdi fjallavegir í Føroyum. Tað er ein beinleiðis anakronisma at tosa um at gera fjallavegir anno 2025.
Av røttum eiga tunlarnir og vegakervið at síggjast sum ein heild, ikki sum ymiskar verkætlanir. Vansin við at tað eru ymisk feløg, ið byggja/reka tunlar og vegir er eyðsýndur, tí har eru týðiliga mótstríðandi áhugamál og mótstríðandi “rationalir”.
Vegakervið í Sandoynni er ótíðarhóskandi
Suðuroyartunnilin er ikki bert ein tunnil til Suðuroynna, men somuleiðis ein tunnil til Sandoyar. Og hóast Suðuroy søguliga hevur verið fólkaríkara oyggin, er tað Sandoyggin, ið hevur tað stóra potentialið.
Hóast Sandoy hevur ligið í dvala í eina øld ella so, er oyggin nú vaknað aftur. Stóra, flata lendið sameint við lutfalsliga gott veðurlag og nærleikanum til Streymoynna ger, at oyggin má væntast at gerast hitt skjótast vaksandi økið komandi árini – fólkatalsliga og búskaparliga. Sandoyggin er ein framtíðar oyggj og eigur at viðfarast soleiðis.
Vit síggja at nógv bygging er í Sandoynni í løtuni – bæði av vinnulívi og bústøðum. Nógv av hesi bygging fer fram á eystursíðuni av oynni, ið annars hevur verið serliga forfjónað í nógv ár. Men vegasambandið til hesar bygdir er sera tilafturskomið, krókut og í stóran mun einsporað. So seint sum í farnu vikuni sóu vit, at ein tonsatungur steinur rapaði oman á Líðini. Hetta er ikki ein haldbar støða, um virksemið í eysturbygdunum skal mennast og so slettis ikki, um Suðuroyartunnilin kemur.
Tað er eyðsýnt, at farleiðin um Líðina ikki er framtíðartryggjað, og helst er tað sera kostnaðarmikið at fáa hesa farleið í nøktandi stand, ið lýkur nútíðar krøv. Tí er spurningurin, um man ikki í staðin átti at gjørt íløgu í ein tunnil innan úr Dali – nær við felagsskúlan – til Líðarenda. Hetta er ein tunnil, ið byrjar á leið 10-20 metra hædd og endar á leið 70 metra hædd. Longdin er á leið 4 kilometrar – ein rættiliga vanlig tunnilslongd. Á hendan hátt fær Líðin somu lagnu sum hættisligi “Gamli Leirvíksvegurin”, ið varð avloystur av Leirvíkartunlinum.
Júst hvør linjuføringin skuldi verið, má sjálvandi kannast nærri.
Nógvar góðar grundgevingar fyri tunli
Grundgevingarnar fyri einum síkum tunli eru nógvar:
- Eystur- og vesturbygdirnar í Sandoynni verða knýttar munandi betri saman
- Økið við felagsskúlan, høllina og vøllin verður eitt natúrligt knútapunkt í oynni, har annað tænastuvirksemi eisini kann staðsetast
- Møguleiki verður fyri at menna tungt vinnulív í eysturbygdunum, ið krevur støðugt samband við Streymoynna/Eysturoynna
- Farleiðin millum Suðuroyar- og Sandoyartunnilin verður skjót og trygg
- Ikki verður neyðugt at leiða tunga ferðslu gjøgnum Sandsbygd
- Larmurin frá tungu ferðsluni verður í stóran mun løgd undir heilt og ljóðdálkingin minkar samsvarandi
- Ikki verður neyðugt at brúka pengar upp á at umvæla vegin um Líðina
Men fremst av øllum eiga vit at taka framtíðina hjá Sandoynni seriøst. Oyggin hevur hálvgum ligið í dvala í eina øld, og hóast oyggin var fyrst við millumbygda vegagerð (1916), er vegakervið í dag vanlukkuliga ótíðarhóskandi. Við einum tunli millum eystur- og vestursíðuna verður oyggin ein integrerað heild heldur enn sum nú spjaddar smábygdir, ið royna í sjálvdrátti. Eins og brúgvin um Streymin var ein infrakervilig fyritreyt fyri samstarvi og seinni samanlegging í Sundalagnum, vil ein Sandoyartunnil gera samstarvið millum eystur- og vesturbygdirnar betri og møguliga slóða fyri eini framtíðar kommunusamanlegging.
Helst verður oyggin einaferð ein felags kommuna, men til ta tíð áttu kommunurnar í hvussu er at skipað eitt strategiskt samstarv um at menna oynna sum eina heild, herundir at standa saman sum ein sterk, felags rødd mótvegis sterkum áhugamálum uttaneftir, t.d. Tunnilsfelagnum, stórum fyritøkum, landsmyndugleikum o.s.fr. Tað ræður um at menna oynna skilvíst, heldur enn at lata tilvildalig – ofta mótstríðandi – áhugamál sleppa at gera sum best ber til. Hetta er serliga umráðandi, nú Sandoyggin onga politiska umboðan hevur í landspolitikki og sum heid hevur ilt við at sleppa til orðanna landspolitiskt.
“Sandoyggin er ein oyggj við potentiali” var heitið á grein, sum eg skrivaði í grein 4. des. Í fjør. Tað ræður fremst av øllum um, at sandoyingar sjálvur síggja hetta, tí taka sandoyingar ikki sína egnu oyggj seriøst, verður trupult hjá øðrum at taka Sandoynna seriøst.
Sámal Matras Kristiansen,
Samfelagsfrøðingur, námslektari
Facebook viðmerkingar