FC Suðuroy víðkar um venjaratoymið

FC Suðuroy: Í farna kappingarári var tað Pól Thorsteinsson, sum saman við Kára í Lágabø stóð á odda fyri okkara besta mansliði. Í vetur hava vit víðkað venjaratoymið við enn einum venjara, Palla Augustinussen.

Onkur meinar, at Palli nokk er føddur á Eiðinum og hevur gingið har síðan, men tað er gleðiligt, at vit til hetta kappingarárið hava fingið ein slíkan kapacitet enn meira knýttan okkara mansliði, sum í næstu viku fer undir eitt nýtt kappingarár – nú í Betri Deildini, skrivar FC Suðuroy á facebook-vanganum.

Facebook viðmerkingar