BROYTING: Opið hús í Miðnámsskúlanum í Suðuroy

Kom til Opið Hús!

Vegna vánaliga veðurforsøgn í annaðkvøld, er tiltakið ‘Opið Hús’ flutt til tórskvøldið 6. mars kl.19:00. Haldið okkum til góðar.

Vit hava nógv áhugavert á skrá, bæði tónleikainnsløg, frásøgur og kunning um tær útbúgvingar, ið vit bjóða, so fært tú eisini høvið at síggja okkara vakra skúla og hitta okkara lærarar og næmingar. Tað eru okkara dugnaligu næmingar, ið hava miðlakunnleika, ið hava framleitt hendan lýsingarfilmin.

Tú kann søkja um upptøku á Miðnám í Suðuroy her: https://midnam.fo/umsokn/
GG: Umsóknarfreistin er 15. mars 2025.

Hevur tú spurningar? Send okkum eini boð á messenger, tpost á mis@skulin.fo ella ring til okkum á tlf. 614 201.

Facebook viðmerkingar