Barsil til tvíburðaforeldur verður enn betri

Tvíburðaforeldur fáa nú rætt til at verða heima saman í 52 vikur. Tað er stórt og týdningarmikið.

2. viðgerð er av broytingum í barsilsskipanini er í dag.

Nógvar góðar broytingar eru, men tann sum eg fegnist allarmest um, er at tvíburðar og teirra foreldur fáa virðiligari umstøður.

Tað er ein samd rættarnevnd, sum saman við Margit Stóra, landsstýriskvinnu, mælir til at hesar broytingar verða gjørdar.

Í dag fáa tvíburðaforeldur 4 vikur lagdar afturat barsilstíðarskeiðnum, sum foreldrini kunnu brúka saman. Ferð eftir ferð hevur verið víst á, at tørvur er á nógv meira, og at tvíburðaforeldur og teirra børn mugu sleppa at verða heima saman longri fyri at børnini fáa ein so góða byrjan uppá lívið sum gjørligt.

Nú leggja vit 48 vikur afturat verandi 4 vikunum. Foreldur fáa sostatt møguleika at verða heima í 52 vikur saman við børnunum.

Hesum eru vit púra samd í.

Í valstríðnum vóru Bjørt Samuelsen og eg vegna Tjóðveldi á fundi við tvíburðaforeldur, og tá lovaðu vit, at vit fóru at stríðast fyri at barsilsskipanin gjørdist betri, og at tvíburðaforeldur og teirra børn fingu virðiligari umstøður. Hetta lyftið halda vit.

Frameftir hava tvíburðaforeldur møguleika at verða heima í 48 vikur saman. Tá foreldur fáa eitt barn, so kann eitt foreldur verða heima saman við barninum og nú verða tvíburðar javnsettir, so at BÆÐI foreldrini kunnu verða heima við báðum børninum.

Tvíburðaforeldur hava í longri tíð arbeitt fyri at fáa hetta broytt, og hava støðugt sett seg í samband við politikarar og onnur fyri at gera sína rødd galdandi. Við støðugum arbeiði og góðum argumentum hevur hetta borið á mál.✔️

Tað er heilt fantastiskt. Eg fegnist stórliga um broytingarnar, sum vit fara at samtykkja hesa vikuna!

Hervør Pálsdóttir
Tingkvinna fyri Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar