Dansibandsfestivalurin 2025 verður ein øðrvísi festivalur

Fyri 3 vikum síðani mistu okur ein høvuðspersón í Dansibandsfestivalinum, tá okkara kæri Hans Jacob Hjelm, so brádliga andaðist í einari syrgiligari vanlukku.

Dansibandsfestivalurin og dansibands-Føroyar verða ongantíð tað sama aftur. Men ongin ivi er um, at Hans Jacob hevði ynskt, at okur hóast syrgiligu umstøðurnar, halda fast í Dansibandsfestivalinum – og tað hava okur avgjørt at gera.

Dansibandsfestivalurin í ár verður ein øðrvísi festivalur.

Fríggjakvøldið verður bara fyri tey, sum hava armbond og skráin verður nakað øðrvísi enn undanfarin ár.

Leygardagurin verður sum undanfarin ár við øllum teimum tiltøkunum, sum hava eyðkent leygardagin á Dansibandsfestivalinum.

Skráin fyri dagarnar á Dansibandsfestivalinum verður almenn í næstum.

Vikuskiftispass kunnu framvegis keypast á billett.fo – og har eru nøkur fá eftir.

Dennis, Eyðbritt, Rebekka og Sunrid

Facebook viðmerkingar