
Í februar keyptu hjúnini Arni og Rakul Brattaberg Magnstøðina í Vági og fara tey bæði sostatt í aftur handilsvinnuna eftir 8½ ára steðg.
Í Vági kenna tey flestu Arna og Rakul, sum hjúnini aftanfyri handilsmiðstøðina Torgið í Vági, sum tey bæði lótu byggja og sum lat upp í juni 2008. Áðrenn hetta høvdu Arni og Rakul havt matvøruhandilin “Í Toftum”, har bakaríið hjá Shailu heldur til í dag. Í juni mánað í 2016 seldu tey bæði handilsmiðstøðina Torgið og nú, 8½ ár seinni, eru tey so aftur farin inn í handilsvinnuna.
Vit hava í eitt tíðarskeið arbeitt við ymiskum møguleikum, greiður Arni D. Brattaberg frá. -Og tá tað so gjørdist møguligt at keypa Magnstøðina í Vági, so tóku vit av og hava so yvirtikið Magnstøðina í februar.
Vit gjørdu beinanvegin nakrar tillagingar við millum annað við at fáa eitt breiðari úrval av gerandisvørum til kappingarføran prís. Vit hava eisini størri ætlanir, sum vit eru farin undir at fyrireika. Magnstøðin verður víðkað, soleiðis at handilin verður væl størri, harumframt verður eitt kafeøkið, har tað ber til at fáa sær ein kaffimun og eisini at eta ein Magnburgara ella annan mat, sum fæst til keyps í handlinum. Vit fara eisini at broyta framsíðuna, soleiðis at hon verður meiri innbjóðandi, greiður Arni frá.
Bygningurin, har Magnstøðin er, er rættiliga stórur, tí har hevur øll árini verið eitt verkstað eisini. Vit arbeiða við ymiskum ætlanum við hølunum, har verkstaðið var, men ætlanin er heilt greitt, at fáa aktivera tey hølini eisini, so tað verður enn meiri at koma til bæði her í Magnstøðini og í Vági, leggja tey bæði afturat.

Facebook viðmerkingar