Leikaland í Marghøllini í páskafrítíðini

Mánadagin til ónsdagin, 14.-16. apríl, frá kl.13.00-18.00, verður stórt Leikaland í Marghøllini í Vági, sum FC Suðuroy skipar fyri.

Hoppiborgir, sparkivallir, klatriveggur o.s.fr. Kaffi, vafflur o.a. verður til keyps.

Kostnaður 100 kr. fyri ein dag ella 250 kr. fyri allar dagarnar.

Kom við!

Facebook viðmerkingar