Nógvur og góður svartkjaftur at fáa

Føroyska Sjómansmissiónin: – Tað er stórur og góður svartkjaftur skipini fáa, so tað er hugaligt. Harafturat fáa skipini sunnanfyri markið eisini væl av svartkjafti, so tað er dámligt, sigur Heri.

Á middegi kom trolarin Ango á Runavík. Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og fekk eitt prát við skiparan Hera Godtfred. Hann segði millum annað:

-Tað hevur verið sera góður fiskiskapur eftir svartkjafti í apríl mánaði. Harafturat eru skipini byrjaði fyrri enn vanligt. Tað vil siga, at svartkjafturin kom óvanliga tíðliga í føroyskan sjógv í ár.

-Vit hava lítla kvotu, so vit eru noyddir at hugsað okkum væl um, nær tað loysir seg hjá okkum at royna eftir honum. Vit hava gjørt ein túr, sum eydnaðist væl. Vit landaðu í Norra, sigur hann.

-Nú vóru vit á øðrum túri, og høvdu 500 tons í fyrsta sleipinum. Tá vit koyrdu trolið avstað aftur, fingu vit tíverri trupulleikar við trolinum. Tað er nærum ógjørligt at væla um hesi stóru svartkjaftatrolinum umborð, so vit komu inn at orna tað. Vit vóna at sleppa avstað aftur í kvøld, sigur hann.

-Tað er stórur og góður svartkjaftur skipini fáa, so tað er hugaligt. Harafturat fáa skipini sunnanfyri markið eisini væl av svartkjafti, so tað er dámligt, sigur Heri.

10 mans eru við Ango.
Teir fingu nýggja sanggeyman, sum Sjómansmissiónin hevur latið gera. Bøn var biðin og teimum var ynskt góðan túr og Jesus fylgi teimum.

Teimum umborð á Ango og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Facebook viðmerkingar