
Á jóansøku á Tvøroyri, sum er 21. og 22. juni, skipar Lions í Suðuroy fyri listaframsýning í hølunum hjá Tvøroyrar Handverkarafelag.
Og við hesum verða øll listafólk í Suðuroy boðin at sýna list tykkara, fram.
Listafólk úr Suðuroy, sum búgva aðrastaðni, eru eisini hjartaliga vælkomin.
Ætlanin er, at hvørt listafólk fær eini trý, fýra listaverk við og talan er um eina listaframsýning í breiðastu merking, bæði málningalist, trælist, og onnur sløg av list.
Talan er um eina søluframsýning, har Lions fær eitt ávíst ómaksgjald fyri at skipa fyri framsýningini, og standa fyri søluni. Allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til vælgerðandi og almannagagnlig endamál.
Áhugað listafólk skulu boða frá, áðrenn 1. juni á tlf. 575184, 262323, 790810, 218442, 773619.
Framsýningin er treytað av nóg góðari luttøku.
Facebook viðmerkingar