
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2025:
2 føst lærarastørv.
2 tíðaravmarkaði lærarastørv skúlaárið 2025/26 vegna farloyvi.
1-2 tíðaravmarkaði lærarastørv skúlaárið 2025/26 vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar.
Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:
– eru samstarvs- og virkisfús
– eru fyrikomandi og løtt at samskifta
– eru sinnað at átaka sær tær uppgávur, ábyrgd og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur
– leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning
– duga væl at samstarva
– hava góðar KT-førleikar á brúkarastøði
Førleikakrøv
Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving; tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv.
Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa í hesum lærugreinum: lívfrøði, handverk & list, ítrótti/dreingjaítrótti og donskum – umframt átaka sær floks-/toymisleiðslu.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep. 2025.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir:
Umsóknir við cv, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. apríl 2025 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til:
Vágs Skúla
Vágsvegur 32
Fo-900 Vágur
ella á teldupost: john.henrik.holm@skulin.fo
Facebook viðmerkingar