Smyril til 20 ára klassing, og Galaxy avloysir

Smyril, sum kom nýggjur til Føroya í 2005, fer 8. september til 20 ára klassing á Fayard 
skipasmiðjuni á Fjóni í Danmark. Umframt sjálva klassingina skulu tvær síðurskrúvur setast í 
aftan, og tríggir av fýra hjálpimotorum skulu skiftast út. Dokkingin varir 8-10 vikur.

At finna eitt avloysaraskip fyri Smyril, meðan hesin er í dokk, hevur aftur víst seg at vera ein 
serstakliga trupul og nærum ógjørlig uppgáva. Tá ið samanum kom, var ferðafólkaferjan 
Galaxy, sum eisini avloysti á suðuroyarfarleiðini í 2017, einasta tøka avloysaraskip.

Galaxy er bygd í Pólandi í 1979 og er 127,6 metrar long og 19,4 metrar breið. Ferjan tekur 350 
ferðafólk og 140 bilar og hevur heingidekk, sum kunnu takast í nýtslu alt eftir nøgd av farmi. 
Sigliferðin er 16 sjómíl um tíman. Galaxy fer í dokk fyrst í juni og síðani í summarsigling.

Næsta stórarbeiði umborð á Smyrli er í 2028, tá ið allir fýra høvuðsmotorarnir skulu skiftast út.

Facebook viðmerkingar