Breiddarpuljan í verki: Purkan í Porkeri

ÍSF: Breiddarpuljan í verki. Úr Porkeri hava vit fingið hetta skriv, og frøðir tað okkum, at stuðuluni hevur styrkt um ítróttafelagsskapin í bygdini.

Minnast kann samstundis á, at enn er møguleiki at søkja úr Breiddarpuljuni. Breiddarpuljuni hjá ÍSF, hvørs endamál er at fáa fleiri virkin í føroyska ítróttafelagsskapinum. Í Breiddarpuljuna eru 500.000 kr. lagdar í árliga, og øll feløg og sambond kunnu søkja upp til 30.000 kr. til eitt átak. Tað ber eisini til at søkja saman við øðrum felag ella sambandi.

“Purkan er eitt ikki-kappingarligt ítróttarfelag fyri børn í Porkeri, har sjálvboðin skipa fyri venjingum og rørsluspølum. Felagið varð stovnað á heystið 2023 við tí endamáli at eggja børnum at íðka ymiskan ítrótt til frama fyri kropsliga- og sálarliga heilsu.

Um veturin 2023/24 byrjaði Purkan at skipa fyri ítrótti fyri dreingjum 7 – 10 ár einaferð um vikuna. Undirtøkan var góð og gott grundarlag varð lagt undir virksemi hjá felagnum. Tó var tað mesta av útgerðini, sum vit nýttu, gomul og til láns, og hetta avmarkaði venjingarnar. Fyri at varðveita góðu gongdina tørvaði Purkuni at keypa nýggja útgerð, ið vildi framhaldandi stuðla undir kropsligu- og sálarligu menningina hjá børnunum.

Á summri 2024 frætti Purkan um breiddarpuljuna hjá ÍSF og søkti um stuðul til veturin 2024/25. Stuðul varð játtaður.

Við stuðlinum frá ÍSF kundi Purkan keypa ymiskan reiðsskap, ið gjørdi tað møguligt, at skipa fyri betri og fleiri ymiskum venjingum til dreingir 7-10 ár. Vit høvdu nógvar ymiskar venjingar saman við dreingunum, m.a. borðtennis, floor-hockey, høvdingabólt, fun-battle og mangt annað. Eisini legði stuðulin grundarlag fyri, at Purkan kundi víðka sítt virksemi og byrja at skipa fyri fimleiki og rørsluspølum fyri børnum undir skúlaaldur saman við foreldrum. Undirtøkan var sera góð og skapti hetta tøtt sosial sambond barnanna millum og millum foreldur teirra.

Nú átakið fyri vetrarhálvuna 2024/25 er liðugt, vil Purkan takka ÍSF fyri stuðulin, ið gav okkum møguleikan at víðka um virksemi hjá felagnum.”

Facebook viðmerkingar