
So er skráin til Dansibandsfestivalin 2025 klár. Dansibandsfestivalurin er í døgunum fríggjadagin 2. mai og leygardagin og 3. mai 2025.
FRÍGGJADGAIN 2. MAI 2025
Kl. 10.00 Orðið á Borðið á Hamragarði. Bjóðað verður kaffi / te og kaka afturvið.
Tiltøkin fríggjakvøldið eru bara fyri tey, sum hava vikuskiftispass.
Kl. 19.00 Góð suppa og breyð afturvið & Syngið við í Vágs Høll. Kári Poulsen er borðstjóri og Hentzar, Terji og Erolf spæla undir til felagssangin.
Kl. 22.00 Uppá tá við Finnur S. Olsen beinleiðis í útvarpinum hjá KVF frá Dansibandsfestivalinum úr Vágs Høll.
Kl. 23.00 Gutta fra Scandinavia (NO) spæla til góðan dans í Vágs Høll. Í steðginum stendur Finnur S. Olsen frá Uppá tá fyri tónleikinum.
Kl. 02.00 Dansurin endar.
LEYGARDAGIN 3. MAI 2025
Kl. 10.00 Gongutúrur í Vági við frásøgufólki. Ókeypis tiltak. Áhugaði møta við Tríkantin á Sandinum.
Kl. 13.00 Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll, Annika Magnussen Gaard, prestur, prædikar. Gutta fra Scandinavia framføra undir gudstænastuni.
Kl. 14.30 Linedansur í Vágs Høll við Birgir og Hervør Samuelsen.
Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Á matarskránni er grillaður grísur við tilhoyri við Ørvaroddar Grilla. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið. Borðstjóri verður Magnus Magnussen og Hentzar, Erolf og Terji spæla undir felagssanginum. Er íroknað vikuskiftispassinum til Dansibandsfestivalin.
Kl. 23.00 Almennur dansur. Dansibands-orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Bris (NO) og Gutta fra Scandinavia (NO). Kostnaður fyri dansin 350 kr. Er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.
Kl. 03.00 Dansurin endar.
Facebook viðmerkingar