
Bygdastevna er í Sumba komandi dagarnar og skráin er longu byrja. Í dag, tórsdagin 24. apríl, verður kappróður á Lopransfjørði kl 17:00.
Fyrst fara nakrar av ungu manningunum, sum skulu umboða oynna í summar, at royna seg á 500 metrum.
Síðani fara gamli Sumbingur, Ormurin Langi úr Vági og Suðuroyingur av Tvøroyri, mannaðir við teimun góðu gomlu rógvarunum frá fyrr av, at royna seg.
Róð verður frá skúlanum á Leiti og inn móti Lopra.
Nokk av plássi er báðumegin fjørðin, um man ætlar at koma við bili at hyggja.
Okkurt smáting til matna fæst til keyps í neystinum í Ónavík. Einans kontant søla
Facebook viðmerkingar