Bókaframløga, tónleikur og prát í Miðlatúni

Kom og ver við til eitt heilt serligt og hugnaligt tiltak nú leygardagin kl. 12.00–14.00 í Miðlatúni, har vit sameina orð og tónleik í eini spennandi bókaframløgu!

Rani Nolsøe leggur fram síni nýggju bók – og tú kanst bæði keypa og fáa hana signeraða á staðnum (serprísur: 350 kr, vanl. 399 kr).

Robert McBirnie greiðir frá sínum heilt serliga leikluti, tá rock’n’roll fyri fyrstu ferð gjørdu innrás í Føroyum – og hvussu hann saman við Red Boys var við at broyta føroyska tónleikalandslagið!

Rani, Robert og Dagfinn framføra eisini nøkur løg frá tíðini, tá Elvis gjørdist kendur í Føroyum.

Miðlatún bjóðar kaffi og okkurt gott afturvið.
Stað: Miðlatún
Kl. 12.00–14.00
Tiltakið er ókeypis – og øll eru hjartaliga vælkomin!

Tey sum keyptu atgongumerki til fyrilesturin 5. februar, kunnu avheinta síni eintøk av bókini hendan dagin.

Facebook viðmerkingar