Fyrsta FSA prógvhandanin á Miðnám í Suðuroy

Ónsdagurin 7. mai var ein serligur dagur á Miðnám í Suðuroy, tí hetta var fyrstu ferð, at FSA-prógvhandan hevur verið á skúlanum.

Føroyskt sum annaðmál (FSA) er undirvísing í føroyskum fyri vaksnir tilflytarar, sum hava annað móðurmál enn føroyskt. Í gjár fingu 21 næmingar FSA-prógv og vit hátíðarhildu løtuna við tónleiki, røðum og góðum ábiti.

Facebook viðmerkingar