
Tvøroyrar kommuna hevur, síðan kreppuna í byrjanini av nítiárunum, havt hetta tilboðið til tey ungu í býnum. Her ber til at forvinna sær eitt oyra í summarferiuni, samstundis sum tú ert við til at fríðka um býin.
Ert tú millum 15 – 17 ár í summar?
So kanst tú melda teg til ung í arbeiði í summarfrítíðini.
Býráðið hevur einmælt samtykt at bjóða ungdómum við bústaði í Tvøroyrar kommunu, arbeiði í teirra summarfrítíð 2025, har hvør umsøkjari í mesta lagi fær arbeiði í tvær vikur.
Arbeiðið fer fram sambært Løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 4. mai 2017:
“§ 49. Børn, sum ikki eru fylt 15 ár, kunnu ikki vera sett í arbeiði, sbr. tó stk. 8-9.
Stk. 2. Tá ið ung undir 18 ár verða sett í arbeiði, skal tað í sambandi við skipan og útinnan av arbeiðinum takast atlit til aldur, menning og heilsustøðu hjá tí unga, og at tann ungi hevur møguleika at røkja sína skúlagongd.”
Arbeiðið er ætlað ungum í bólkinum 15-17 ár. Hettar merkir, at fyri at tú kanst luttaka í Ung í arbeiði, skalt tú:
Vera fylt/ur 15 ár, áðrenn arbeiðið byrjar.
Ikki fylla 18 ár í tíðarskeiðnum.
Vera sinnað/ur og tøk/ur at arbeiða í tvær vikur, í tínari summafrítíð.
Arbeitt verður í vikunum 26, 27, 28 & 29, átta tímar um dagin, og lønt verður eftir sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Eru spurningar, ber til at ringja til Tvøroyrar kommunu á tlf. 611085
TILMELDINGARFREIST: Fríggjadagin 13. juni kl. 15:00.
Tilmeldingarskjal til Ung í Arbeiði er at finna her: ua2025.pdf
Tilmeldingarskjalið skal sendast til tvoroyri@tvoroyri.fo ella latast inn í móttøkuni á Tvørávegi 37, gerandisdagar, millum 09:00 – 15:00.
Facebook viðmerkingar