Mai-tónar í Hvalba 31. mai

Mynd: Niels Jacob Eysturberg

Sum áður lýst, og sum vit royna fyri fyrstu fer her í Hvalba, verða Mai-tónar stovukonsertir í Garðsenni í Hvalba 31. mai.

Vit vóna at fólk taka væl ímóti tiltakinum. Vit høvdu roknað við størri undirtøku fyri tiltakinum, men hetta er fyrstu fer vit royna hetta og planurin er at hetta verður eitt afturvendandi tiltak.

Her eru nøvnini, ið koma at framføra: John Holm, Magni Christiansen, Tónar, Eyðun Nolsøe, Ronnie og Maria, Ólavur av Váli og Janus Wiberg.

Tað verða seld 150 atgongumerkir à 300 kr. Áhugaði kunnu ringja tlf. 278188 ella send boð á Messenger til Sunrid Olsen.

Facebook viðmerkingar