Suðuroyar Svimjifelag søkir høvuðsvenjara

Suðuroyar Svimjifelag ella sum vit lokalu siga “SuSvim” søkir nýggjan høvuðsvenjara.

Suðuroyar Svimjifelag hevur umleið 150 limir. 50 luttaka í svimjiskúlanum, og 25 kappsvimjarar.

Felagið hevur atgongd til tveir svimjihylar (høvuðshylin 50m í Vági, og ein minni hyl á 12,5m á Tvøroyri), atgongd til venjingarmiðstøð í Páls Høll.

Í løtuni kappast teir bestu svimjararnir hjá felagnum í lands-, norðurlendskum og evropeiskum kappingum.

Felagið vil styrkja sína støðu til at vera tað besta í landinum, við svimjarum millum teir bestu í Norðurlondum og Europa.

Suðuroyar Svimjifelag søkir eftir einum høvuðsvenjara, sum skal venja úrvalsliðini, og hava eftirlit við kappingargeiranum hjá felagnum sum heild, tryggja at venjingin hjá øllum liðum, er samanhangandi og er galdandi fyri samlaðu ætlana hjá felagnum.

Ábyrgd:

– leggja til rættis og fyrireika venjingina av úrvalsliðnum

– hava eftirlit við kappingargeiranum í felagnum, og motivera og vegleiða venjarar

– motivera svimjarar í teirra dagligu venjing og í fyrireiking til kappingar

– ráðgeva svimjarum viðvíkjandi lívsstíli t.d. mat, hvíld o.s.fr.

– samskifta við felagspartar t.d. nevnd, foreldur, svimjisambandið, føroyska svimjing sum heild

– visualisera nýggjar møguleikar og hugskot fyri felagið

– hava fokus á kropsliga og sálarliga heilsu hjá svimjarunum

– tryggja eina holla og støðuga aldurs menning

– kanna og miðla nýggjastu vitan og bestu siðvenjur í svimjiheiminum og miðla hesa nýggju vitan til restina av felagnum – serliga hinar venjararnar

– luttaka aktivt í kappingum og venjingarlegum.

Førleikar:

– útbúgving sum venjari og/ella munandi royndir og viðkomandi útbúgving innan ítrótt

– høg arbeiðsábyrgd

– verða inspirerandi og samskiftisfør/ur

– vera ábyrgdarfull/ur og sjálvstøðug/ur í dagliga arbeiðinum

– áhugað/ur í at deila vitan og royndir við aðrar venjarar í felagnum.

Vit bjóða tær:

– møguleikan at virka í einum lítlum, friðarligum og stimbrandi samfelag

– møguleikan at fáa viðurkenning og virðing frá Føroya fólki

– møguleikan at stuðla undir at fremja eina avbjóðandi og stimbrandi menning

– har tú beinleiðis ásetir títt egna arbeiðsumhvørvi, og mennir tínar egnu verkætlanir og mál. Føroyar eru tiltakslimur í AQUA. Harumframt kunnu føroyskir svimjarar luttaka á olympisku leikunum (umvegis Danmark).

– møguleikan at samstarva við eina virkna nevnd og ein tilvitaðan foreldrabólk

– eina løn, sum er í mát við tínar royndir og útbúgving

– stuðul frá felagnum at finna hóskandi bústað, ein 2 ára sáttmála við 3 til 6 mánaða royndartíð og ein møguleika fyri at leingja tíðina enn meira.

Nærri kunning:

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við formannin í felagnum Marlon Kjærbo á telduposti: susvim@susvim.fo ella tlf 223904

Umsóknir skulu sendast til:

Suðuroyar Svimjifelag: susvim@susvim.fo ella sum post til

Suðuroyar Svimjifelag

Í Kerinum 38,

970 Sumba

Umsóknarfreistin er 1. juli 2025.

Tað er okkara ynski, at nýggi høvuðsvenjarin kann byrja tann 1. august 2025 . Tó verður starvið opið, til hóskandi høvuðsvenjari er funnin.

Suðuroyar Svimjifelag

Facebook viðmerkingar