
Leygardagin 31. mai er ruddingardagur í Vágs kommunu.
Kommunan skipar fyri ruddingardegi leygardagin 31. mai, og bjóðar øllum í bygdini at luttaka í eini felags roynd at halda umhvørvið reint og vakurt.
Posar og handskar kunnu heintast í Miðlatúni frá kl. 10.00, opið er til kl 14.00.
Lagt er upp til, at fólk í ymisku býlingunum rudda í egnum nærumhvørvi. Ruskposarnir verða settir fram við vegnum, so arbeiðsmennirnir fáa tikið teir upp.
Tá ið ruddingin er liðug, verður møguleiki fyri at fáa vatn og frukt í Miðlatúni, fram til kl 14.00.
Okur vóna, at nógv fólk taka lut og stuðla undir týdningarmikla arbeiðinum at halda vágsbygd reina, skrivar kommununa á facebook vanganum.
Facebook viðmerkingar