
Her er skráin fyri Mentanarnáttina á Tvøroyri, ið verður fríggjadagin 30. mai. https://www.calameo.com/read/005899669aa5a9fe3d761
Sum siðvenja er, so er ein ørgrynna av ymiskum tiltøkum at fara til. Barnatiltøk, tónleikur, fyrilestrar, gongutúrar, serlig tilboð úr handilslívinum og mangt annað.
Skráin er eisini borin út í hvørt hús í Suðuroynni og verður eisini løgd inn í handlar, matstovur og skeinkistøð.
Í skránni eru sum nakað nýtt QR-kotur. Við at skanna hesar í smartfonini, so kanst tú koma beinleiðis inn á sangheftið til felagssangin, (verður eisini deilt út til felagssangin, sum vanligt) til eitt kort yvir miðbýin og so sjálva skránna.
Facebook viðmerkingar