
Bolt.fo: Leysasøgurnar hava gingið eina tíð og nú váttar formaðurin í TB, André Dalfoss, tað fyri bolt.fo. Talan er um 38 ára gamla danan Thomas Thinggaard. Hann kenna summir føroyingar kanska, tí í 2017 og fram til á sumri 2018 var hann mennari hjá FSF, har hann var U17-landsliðsvenjari.
Eftir hetta hevur hann starvast í donskum fótbólti, sum høvuðsvenjari, hjálparvenjari, ungdómsvenjari og videogreinari fyri feløgini SønderjyskE, Middelfart, AC Horsens og Vendsyssel. Hann var eitt stutt skifti fyribils høvuðsvenjari hjá Vendyssel í 2024, har hann frammanundan og eisini líka síðani tá hevur starvast sum hjálparvenjari hjá Vendsyssel í næstbestu donsku deildini.
Sum skilst byrjar Thomas Thinggaard í TB 8. juni og hevur gjørt sáttmála kappingarárið út.
Facebook viðmerkingar