
Tað mugu vera fáir tónasmiðir, ið hava lagt so nógvar slagarar eftir sær sum Eyðun Nolsøe, Kim Hansen og Terji Rasmussen. Ein klaksvíkingur, ein nólsoyingur og ein havnamaður, sum í eitt mannaminni, eftir hondini, hava bergtikið føroyingar við rámandi teksti og fangandi løgum.
Eyðun kenna vit øll sum part av fantastisku Frændum og sum ein framúr góðan solist. Kim hevur latið eina rúgvu av løgum frá sær sum solistur og er eisini kendur úr superbólkinum Moirae, eins og Terji. Terji hevur verið partur av Frændum, Moirae og sjálvandi legendarisku Føstufressum.
Onkursvegna hevur tónlistarliga lívsleiðin hjá hesum trimum úrmælingum fleiri ferðir krossað hvørja aðra og á 100-ára jóansøkuni, á Tvøroyri, hendir tað enn einaferð.
Leygarkvøldið 21. juni trína vinmenninir aftur á pallin saman og tað verður uttan iva ein ógloymandi løta.
Vælkomin á jóansøku á Tvøroyri!
Facebook viðmerkingar