Stívliga 54.900 fólk búðu í Føroyum 1. mai — vøksturin var 0,6%

Hagstova Føroya: 1. mai búðu 54.903 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 329 fólkum, ella 0,6 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var tann sami sum í undanfarnu tólv mánaðunum.

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár. Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, og seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 329 fólkum, sum svara til 0,6 prosent. Fólkavøksturin var javnt býttur millum burðaravlop og nettoflyting.

Fólkatalið í kommununum 

Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr. 

Næststørsti fólkavøkstur var í Nes kommunu, har fólkatalið nú hevur rundað 1.600 íbúgvar, og triðstørsti vøksturin var í Sjóvar kommunu. Serliga á Strondum, sum er størsta bygdin í kommununi, er fólkatalið vaksið munandi seinastu árini, og nú búgva 1.100 fólk í bygdini. 

Á fjórða plássi var Skálavíkar kommuna, har tað nú búgva knapt 180 fólk. Seinasta árið vaks fólkatalið við 40 fólkum, sum svarar til ein lutfalsligan vøkstur á næstan 30 prosent. Seinast, fólkatalið í Skálavíkar kommunu lá um 180, var í 2007. 

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. mai 2024 og 2025. 

Fólkatalið í kommunum og bygdum

mai 2024 – mai 2025

 maimunur
 20242025persónar%
Tilsamans54.57454.9033290,6
Fugloyar kommuna4348511,6
– Hattarvík1418428,6
– Kirkja293013,4
Viðareiðis kommuna340326-14-4,1
– Viðareiði340326-14-4,1
Hvannasunds kommuna423435122,8
– Depil5500,0
– Hvannasund248267197,7
– Múli000
– Norðdepil169162-7-4,1
– Norðtoftir1100,0
Klaksvíkar kommuna5.5045.521170,3
– Klaksvík5.1195.129100,2
– Árnafjørður6564-1-1,5
– Norðoyri156154-2-1,3
– Ánirnar4854612,5
– Mikladalur2826-2-7,1
– Trøllanes141400,0
– Svínoy303113,3
– Húsar3842410,5
– Syðradalur, Kalsoy67116,7
Kunoyar kommuna14615596,2
– Haraldssund7469-5-6,8
– Kunoy72861419,4
Fuglafjarðar kommuna1.6301.644140,9
– Fuglafjørður1.6181.634161,0
– Hellurnar1210-2-16,7
Eysturkommuna2.2982.309110,5
– Leirvík1.0491.062131,2
– undir Gøtueiði3531-4-11,4
– Gøtugjógv5651-5-8,9
– Skálafjørður, Eysturkommuna5500,0
– Norðragøta64264750,8
– Syðrugøta51151320,4
Nes kommuna1.5521.600483,1
– Nes, Eysturoy379367-12-3,2
– Saltnes15716363,8
– Toftir1.0161.070545,3
Runavíkar kommuna4.3874.415280,6
– Oyndarfjørður12012665,0
– Elduvík1412-2-14,3
– Funningsfjørður5259713,5
– Æðuvík9489-5-5,3
– Glyvrar484479-5-1,0
– Lamba15015221,3
– Rituvík34235082,3
– Runavík582577-5-0,9
– Saltangará1.1841.211272,3
– Skipanes525423,8
– Søldarfjørður356329-27-7,6
– Lambareiði111219,1
– Skála765785202,6
– Skálafjørður13513610,7
– Funningur4644-2-4,3
Sjóvar kommuna1.2221.267453,7
– Innan Glyvur8778-9-10,3
– Kolbeinagjógv2928-1-3,4
– Morskranes2420-4-16,7
– Selatrað4441-3-6,8
– Strendur1.0381.100626,0
Eiðis kommuna782773-9-1,2
– Eiði699695-4-0,6
– Ljósá3332-1-3,0
– Svínáir5046-4-8,0
Sunda kommuna1.8101.789-21-1,2
– Norðskáli317314-3-0,9
– Oyrarbakki163152-11-6,7
– Oyri179178-1-0,6
– Gjógv2218-4-18,2
– Haldórsvík11612265,2
– Langasandur4543-2-4,4
– Tjørnuvík4443-1-2,3
– Saksun111219,1
– Hvalvík265252-13-4,9
– Nesvík000
– Streymnes321334134,0
– Hósvík327321-6-1,8
Tórshavnar kommuna23.26023.4221620,7
– Kollafjørður801812111,4
– Oyrareingir363825,6
– Signabøur152147-5-3,3
– Argir2.5322.573411,6
– Tórshavn14.09214.2041120,8
– Kaldbak244256124,9
– Kaldbaksbotnur7700,0
– Mjørkadalur000
– Sund1100,0
– Hvítanes105104-1-1,0
– Hoyvík4.7034.701-2-0,0
– Norðradalur9900,0
– Syðradalur, Streymoy8800,0
– Kirkjubøur7473-1-1,4
– Velbastaður265259-6-2,3
– Hestur151500,0
– Koltur000
– Nólsoy216215-1-0,5
Kvívíkar kommuna61061550,8
– Kvívík39940120,5
– Leynar11611710,9
– Skælingur131300,0
– Stykkið3741410,8
– Válur4543-2-4,4
Vestmanna kommuna1.2621.251-11-0,9
– Vestmanna1.2621.251-11-0,9
Vága kommuna2.2022.20970,3
– Sandavágur1.0301.028-2-0,2
– Miðvágur1.1281.13790,8
– Vatnsoyrar444400,0
Sørvágs kommuna1.2431.253100,8
– Sørvágur1.1501.15990,8
– Bøur6766-1-1,5
– Gásadalur1316323,1
– Mykines1312-1-7,7
Skopunar kommuna482472-10-2,1
– Skopun482472-10-2,1
Sands kommuna53453400,0
– Sandur53453400,0
Skálavíkar kommuna1371774029,2
– Skálavík1371774029,2
Húsavíkar kommuna10511276,7
– Dalur363825,6
– Húsavík596458,5
– Skarvanes101000,0
Skúvoyar kommuna353500,0
– Skúgvoy303000,0
– Stóra Dímun5500,0
Hvalbiar kommuna63263860,9
– Hvalba56756810,2
– Sandvík657057,7
Tvøroyrar kommuna1.7451.728-17-1,0
– Froðba267257-10-3,7
– Trongisvágur534526-8-1,5
– Tvøroyri862858-4-0,5
– Ørðavík2529416,0
– Ørðavíkslíð575811,8
Fámjins kommuna7471-3-4,1
– Fámjin7471-3-4,1
Hovs kommuna109107-2-1,8
– Hov109107-2-1,8
Porkeris kommuna320331113,4
– Porkeri320331113,4
Vágs kommuna1.3531.330-23-1,7
– Vágur1.3531.330-23-1,7
Sumbiar kommuna33433620,6
– Lopra70821217,1
– Sumba251242-9-3,6
– Víkarbyrgi000
– Akrar1312-1-7,7

Viðm.:Uppgjørt fyrst í mánaðinum

Facebook viðmerkingar