Skráin fyri kongavitjanina í Suðuroynni

Í komandi viku vitja kongshjúnini, H.H. Kongurin og H.H. Drotningin, í Føroyum. Løgmaður er vertur. 12. juni verður vitjað í Suðuroynni.

Hósdagur tann 12. juni í Suðuroy (Vági, Fámjin og Tvøroyri)

Vágur

Kl. 09.45       Kongsskipið Dannebrog leggur at í Vági.

Kl. 10.00       Kongshjúnini fara í land. Vágs kommuna hevur almenna móttøku, har borgarstjórin heldur røðu og navnkennir býráðið.

Kl. 10.15       Farið verður við bili til Fab Lab, sum er í skúlanum

Kl. 10.20       Vitjað verður á Fab Lab í Vágs skúla

Kl. 11.00       Farið verður við bili til Vágseiði, har kongshjúnini hitta lærarar og fyrrverandi næmingar á Ítróttaháskúlanum.

Kl. 12.55       Borgarstjórin er vertur fyri miðmála á Hamragarði. Kongshjúnini eta miðmála saman við eldri búfólki.

kl. 14.05        Farið verður við bili úr Vági til Fámjins.

Fámjin

Kl. 14.30       Komið verður til Fámjins. Borgarstjórin tekur ímóti uttan fyri kirkjuna og navnkennir bygdaráðið.

Kl. 14.40       Kongshjúnini vitja kirkjuna.

Kl. 15.00       Spákað verður til Taravirkið, TARI

Kl. 15.40       Farið verður við bili úr Fámjin til Tvøroyrar.

Tvøroyri/Trongisvágur

Kl. 16.00       Komið verður til barnagarðin Mýrifípan í Trongisvági. Uttanfyri barnagarðin er almenn móttøka hjá Tvøroyrar kommunu, har borgarstjórin heldur røðu.

Kl. 16.50       Farið verður við bili til plantasjuna í Trongisvági.

Kl. 16.55       Komið verður til plantasjuna. Spákað verður gjøgnum lundina og kongshjúnini gróðurseta eitt træ í sambandi við, at viðarlundin er vorðin 100 ár.  

Kl. 19.30       Borgarstjórin er vertur fyri døgurða á SALT og navnkennir býráðið har.

Kl. 22.20       Kongsskipið Dannebrog siglir av Drelnesi

Facebook viðmerkingar