Suðuroyar Sparikassi lækkar rentuna

Í síðstu viku lækkaði danski Tjóðbankin leiðandi rentuna við 0,25%-stigum.

Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini lækkar sínar rentu.

Hetta er galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og ítøkiliga er talan um hesar broytingar:

  • Útlánsrenturnar lækka við upp til 0,25 %-stigum.
  • Innlánsrenturnar lækka somuleiðis við upp til 0,25 %-stigum.
    Broytingarnar koma í gildi 15. juli 2025.

Rentuyvirlitið á heimasíðuni www.ss.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.

Facebook viðmerkingar