
FÓTBÓLTSSKÚLIN Í VÁGI 25. og 26. JUNI 2025
Ónsdagin 25. og tórsdagin 26. juni verður skipað fyri fótbóltsskúla í Vági!
Báðar dagar verður byrjað kl 9.30. Skráin fyri dagarnar verður kunngjørd nakrar dagar áðrenn skúlin byrjar.
Fótbóltsskúlarnir eru ætlaðir børnum, bæði gentum og dreingjum, í aldrinum 7 til 13 ár (fødd í 2012 til og við 2018).
Øll, sum luttaka, fáa afturat góðari fótbóltsvenjing, eisini mat, bólt, eina t-troyggju og luttøkubræv.
Lat børnini byrja summarfrítíðina við tveimum døgum í góðum felagsskapi og við dygdargóðari venjing í Vági!
Pláss er fyri 120 luttakarum
TILMELDING:
https://www.atgongumerki.fo/…/fotboltsskulin-i-vagi-u7-u13
Facebook viðmerkingar